top of page

Rams Disc Golf

Rams Disc Golf er ein felagsskapur fyri disc golf áhugaði. Endamálið er at standa saman um hendan ítróttin, soleiðis at hann fær fótfesti í Føroyum.

Um okum

Rams Disc Golf er ein felagsskapur fyri disc golf áhugaði, sum saman stand um hendan nýggja ítrótt í Føroyum. Felagssapurin hevur eisini til endamáls at miðla um ítróttin og fáa hann skipaðan í Føroyum. Hetta gera okur við at fyriskipa ymisk tiltøk, hvørs endamál er at fáa fleiri at spæla disc golf.

Okur halda til í Vági, í nátturuvakra umhvørvinum kring ítróttarøkið vesturi á Eiðinum. Tað at ítrótturin hevur so stórt tilknýti til náttúruna ger, at okur vísa størstu virðing fyri náttúrini. "Okur lata hana aftur, soleðis okur komu til hana - ella betur."

Hetta merkir, at okur gera sum minst inntriv í náttúruna, sum gjørligt, tá okur spæla. Um okur koma fram á burturkast, so taka okur hetta við okum og burturbeina tað á skynsaman hátt.

IMG_5056.HEIC

Navnið og búmerkið

Navnið á felagnum er enskt og valið er tilvita. Tó, so liggur navnið tætt uppat Føroyum og tað serstaka í Føroyum. Rams er enska orðið fyri veðrar, og veðrar og seyður í heila tikið gongur í føroysku náttúruni, eins og disc golf spælarar. Náttúran er okkara heimavøllur. Gamaní er føroyska náttúran serstøk og veðrið er ikki altíð okra viðspælari. Men hetta heldur okum ikki aftur - tvørturímóti.

​Búmerkið er eitt veðrahøvd í okra litum pink, hvítt og svart. Búmerkið kann brúkast til serlig endamál við samtykkið frá felagsskapinum.

Reglugerð

Disc golf verður spælt eins og traditionelt golf, sum okur kenna. Í disc golf verða diskar kastaðir eftir kurvum. Endamálið er at raka kurvurnar við fægst køstum. Spælarin við samanlagt fægst køstum á øllum vøllunum vinnur. Ein vøllur er liðugt spældur, tá diskurin kemur at liggja í kurvuni.

Tað er sera umráðandi fyri okum, at náttúran verður skána og at ítrótturin ger minst inntriv í hana. Tummilfingurregulin er, at okur lata náttúruna soleiðis sum okur komu til hana. Skuldi tað verið, at burturkast liggur í náttúruni, so taka okur tað við okum og burturbeina tað á ein skynsaman hátt.

Spælireglar

Trygd

Ansað eftir tá kasta verður. Um fólk eru í nánd, so lat tey ferðast avstað ella boða teimum frá, áðrenn kasta verður. Tá spælt verður, so standa øll aftanfyri tann, sum kasta skal.

Raðfylgja

Tá byrja verður, verður avrátt hvør byrjar. Tá øll hava kasta eina fer, so kastar altíð tann, sum er longst frá kurvuni. Á eftirfylgjandi vallum byrjar tann, sum hevur fægst kast samanlagt. 

Tee-kast

Hvør vøllur byrjar við einum tee-kasti, sum skal fara fram á ásettum byrjanarstaði á vøllinum.

Lie

Lie er har diskurin lendur. Set av, hvar diskurin lendur og kasta næstu fer aftanfyri merkingina. 

Fairway-kast

Eitt fairway-kast skal gerast aftanfyri Lie. Spælari kann renna fram ella standa ájavnt Lie, tá kasta verður. Er styttri enn 10 m til kurvuna, skal spælarin standa ájavnt Lie.

Mandatory

Mandatory merkir, at spælari skal kasta í ætt, sum pílur vísur. Hettar kundi verið í førum har forðingar eru á vøllinum. Kastar spælarin ikki, sum álagt er, so verður revsing givin. Revsingin er antin, at kastast skal av nýggjum ella verður eitt kast lagt omaná endaliga úrsliti.

Out-of-bounds (O.B.)

Out-of-bounds merkir, at diskurin er lendur við síðurnar av vøllinum. Byrjað verður aftur ein metur inni á vøllinum, í beinari linju frá har diskurin lendi. Spælari verður revsaður við, at eitt kast verður lagt omaná endaliga úrsliti.

Liðugt

Vøllurin er liðugt kastaður, tá allir spælararnir hava rakt kurvuna og diskurin liggur í kurvuni. Vinnarin er tann, sum hevur brúkt fægst køst á vøllinum.

Tummilfingurreglan

Tá spælt verður, avráða spælarar, hvussu spælið skal fyriskipast. Veljast kann, at fylgja reglunum á vøllunum ella gera spælarar egnar reglur. Verður víkt frá vallar reglunum, skula allir spælarar verða samdir um hvørjar reglur eru galdandi.

Í disc golf verður sagt, at vinnarin er tann sum hevur tað stuttligast.

IMG_5074.HEIC
Reglugerð Anchor
bottom of page